Hundraðtals fólk traðkað í hel

Hundraðtals fólk traðkað í hel
Í minsta lagi 310 fólk hava í morgun latið lív nærhendis heilaga býnum Mekka í Saudiarabia. Hundraðtals onnur hava fingið skaða
Hundraðtals fólk hava latið lív, tá ræðsla kom í risastóru fjøldina av muslimum á pílagrímsferð nærhendis heilaga býnum, Mekka. Hundraðtals onnur hava fingið skaða
Mynd: AP  
 
24.09.2015 - 12:33

Onnur 450 fólk komu til skaða, tá ræðsla kom í risastóru fjøldina av muslimum á pílagrímsferð. Tað sigur BBC.

Umleið 1 millión pílagrímar eru á veg til Mekka til muslimsku hátíðina Hajj. Hetta er næsta stóra vanlukkan í Mekka í september.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyrr í mánaðinum lótu onnur 109 lív og 400 vóru løstað, tá ein krani koppaði niðuryvir stóru fjøldina beint við heilagu moskuna í Mekka, ið er størsti halgistaðurin hjá muslimum um allan heim.

Fleiri ógvusligar deyðsvanlukkur hava áður verið í Mekka í sambandi við pílagrímsferðir, men seinastu árini hava broytingar í infrakervinum og betri trygd í og rundan um Mekka gjørt, at eingin stór vanlukka hevur verið frá 2006 til 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327