Nú verður formansval í Fiskimannafelagnum

Nú verður formansval í Fiskimannafelagnum
Tað er longu greitt, at sitandi formaðurin í felagnum stillar uppaftur, hóast tveir mánaðir eru til freistin at stilla upp til formansvalið er úti
Formansval verður í Fiskimannafelagnum. Hóast tveir mánaðir eru til fresitin at stilla upp er úti, hevur sitandi formaðurin, Jan Højgaard, longu boðað frá, at hann stillar uppaftur til formanssessin
 
05.10.2015 - 15:52

Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007, og hetta er triðja skeiðið. Freistin at stilla upp er fríggjadagin 4. desember á middegi.

Sambært reglunum hevur hvør sókn rætt til at stilla eitt fólk upp til formansvalið, og limir á skipum, sum eru burtur, tá uppstillað verður, hava eisini rætt at stilla eitt fólk upp.

Maður er uppstillaður sum formanevni, um tríggjar sóknir ella skipsmanningar skjóta hann upp. Nýggja formansskeiðið í Fiskimannafelagnum byrjar 1. februar í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325