Biðja føroyingar um ikki at fiska innan fyri mark

Biðja føroyingar um ikki at fiska innan fyri mark
Skotsku myndugleikarnir bóðu í seinastu viku føroyingar um ikki at fiska innan fyri bretska 12 fjórðinga markið
Skotska fiskiveiðieftirlitið bað í síðstu viku føroyska fiskiveiðieftirlitið biðja allar føroyskar skiparar um ikki at fiska innan fyri bretska 12 fjórðinga markið. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
03.11.2015 - 08:47

Skotska fiskiveiðieftirlitið bað í síðstu viku føroyska fiskiveiðieftirlitið biðja allar føroyskar skiparar um ikki at fiska innan fyri bretska 12 fjórðinga markið.

Mikudagin í síðstu viku fekk skiparin á einum føroyskum nótaskipi, sum fiskaði makrel í ES-sjógvi, boð um at fara út um 12 fjórðinga markið við Hetland.

Róku inn um markið

Skiparin segði, at teir róku inn um markið, meðan teir pumpaðu fisk umborð. Skotska fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað er eisini forboðið at pumpa fisk umborð innan fyri 12 fjórðinga markið.

Skiparar á føroysku skipunum eiga eisini at ansa eftir, at skip teirra ikki rekur inn um markið. Føroysk skip, sum fiska ella pumpa fisk umborð innan fyri bretska 12 fjórðinga markið, verða tikin, vóru boðini úr Skotlandi hósdagin.

Fiskimenn í Hetlandi vóru í øðini, tá teir frættu um føroyska skipið, sum var innan fyri 12 fjórðinga markið. Fiskiveiðieftirlitð í Føroyum sendi alt fyri eitt boðini úr Edinburg víðari til felagið Nótaskip, sum skuldi geva skipunum boðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006