- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjóta kunngerð um svartkjaft í kav

Fiskivinnuráðið sigur, at felagskvota er ein órógvandi orðing, og eitt serstakliga óheppið politikkskifti.
At "gera føroysk fiskirættindi atkomulig hjá øllum," við felagskvotu soleiðis, sum sagt er í uppritinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fer at gera, at virðið á fiskinum næstu árini fer at minka ógvisliga.
Fiskivinnuráðið mælir frá felagskvotu
Fiskivinnuráðið heldur ikki, tað er skilagott at hækka kvotuna, nú árið næstan er liðugt. Føroyar eiga at sýna ábyrgd.
Fiskivinnuráðið mælir enn eina ferð staðiliga frá at brúka felagskvotur, tí tær eggja til olympiskan fiskiskap, kappfisking, og felagskvotur gera næstan altíð, at nógv minni fæst fyri fiskin, og tað hevur negativa ávirkan á búskapin.
Sum frá líður føra felagskvotur til minni hýrur, vánaligari skip og ótrygg arbeiðspláss. Tær eggja eisini til, at loyvi ætlað øðrum fiskiskap, verða rættað móti felagskvotum.
Felagskvotur eggja til ov stóra veiðiorku
Hugsast kann, at óbrúkt línuloyvi verða virkin í svartkjaftafiskiskapinum. Felagskvotur eggja til ov stóra veiðiorku, sum gerst ein trupulleiki, tá kvotan minkar aftur, sigur Fiskivinnuráðið í ummæli sínum, sum varð sent Fiskimálaráðnum í morgun.
Møguliga skal stóra felagskvotan fatast sum ein háttur at koma burtur frá býtinum í bólkar við felagskvotum, ella tí, sum andstøðan í seinasta valskeiði kallaði politiska útluting.
Tað er eitt sjónarmið, sum Fiskivinnuráðið lutvist skilir, tí tað kann vera trupult at taka dagar millum, hvat umboðar eitt skynsamt ella rættvíst býti.
Heimatrolarar gjørdu sínámillum avtalu
Men at geva øllum veiðiloyvum rætt at fiska av eini stórari felagspulju er, um møguligt, uppaftur verri. Fiskivinnuráðið minnir á, at í smærri bólkum ber til at skipa fiskiskapin soleiöis, at sleppast kann undan ringastu ónollunum við felagskvotum.
Til dømis gjørdi meginparturin av heimatrolarunum eina sínamillum avtalu um, hvussu teir vildu gagnnýta sína felagskvotu av makreli í ár.
Úrslitið er, at allir fingu nógv meira burtur úr hvørjum kilo samanborið við olympiska fiskaríið í 2014. Við felagskvotu fyri øll veiðiloyvi er púra vónleyst at gera slikar avtalur.
Torført at skipa fiskiskapin í ár
Tað er ógvuliga óheppið, sigur Fiskivinnuráðið eisini, at endaliga kvotan ikki verður sett fyrr enn móti ársenda, tí reiðaríini hava ikki havt møguleika at leggja fiskiskapin skynsamt til rættis.
Sama, hvussu kunngerðin verður orðað, verður torført at skipa fiskiskapin í ár. Tí er ivasamt, um tað er rætt at hækka kvotuna nú. Tí nú hevur ICES mælt til at minka heildarkvotuna næsta ár.
Løtan at hækka kvotuna er tí serstakliga illa vald, sigur Fiskivinnuráðið. Hækka Føroyar sína kvotu, verður heildarkvotan í ár næstan 80 prosent størri enn ICES mælti til.
Víðkað skylda fylgir við
Føroyar eiga stóran part av svartkjaftakvotuni, men við hesum fylgir eisini ein viðkað skylda at umsita stovnin skynsamt. Fiskivinnuráðið leggur tó dent á, at landsstýrismaðurin við kunngerðini fremur eina politiska semju, sum hevur verið leingi.
Samanumtikið vónar Fiskivinnuráðið, at uppskotið um kunngerð verður umhugsað av nýggjum í Fiskimálaráðnum. Men skuldi kunngerðin kortini komið, vónar Fiskivinnuráðið, at hon bara verður galdandi í ár.
Í Fiskivinnuráðnum eru manningarfeløgini, arbeiðarafeløgini, reiðarar og feløgini, sum keypa fisk og selja fisk.


























