Brúgvin um Streymin er opin aftur fyri ferðslu

Brúgvin um Streymin er opin aftur fyri ferðslu
Brúgvin um Streymin varð stongd, orsakað av einum ferðsluóhappi, ið hendi klokkan 13:52. Løgreglan vil ikki siga, hvussu álvarsamt tað er
Brúgvin um Streymin hevur verið stongd eftir eitt ferðsluóhapp
 
11.11.2015 - 14:19

Brúgvin um Streymin er stongd í løtuni. Eitt ferðsluóhapp hendi seinnapartin beint norðanfyri brúnna, Eysturoyarmegin, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Alarmsentralurin fekk klokkan 13:52 fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt út frá innkoyringini til Norðskála og út fyri ein trailara, sum koyrdi oman móti brúnni eftir landsvegnum.

Ferðslan stendur í stað

Ferðslan um brúnna um Streymin stendur í løtuni í stað. Brúgvin letur ikki uppaftur fyrr enn kanningarnar eru gjørdar, segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur við útvarpið.

Sløkkiliðið í Havn er á staðnum og klippir bilar sundur. Klokkan 14:51 komu tveir sjúkrabilar til Havnar. Frammanfyri báðar sjúkrabilarnar koyrdi hvør sín politibilur.

Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, í beinleiðis samrøðu við útvarpið klokkan trý.

Vilja ikki siga, hvussu álvarsamt tað er

Andrass Marr Poulsen vil ikki siga, hvussu álvarsamt óhapp ella vanlukku, talan er um við Streymin, sambært útvarpstíðindunum.

Klokkan 15:10 kom tann triði sjúkrabilurin til Havnar. Tann sjúkrabilurin var eisini fylgdur av einum politibili, ið koyrdi frammanfyri.

Seinast dagførd klokkan 16:32

Brúgvin um Streymin er nú opin aftur fyri ferðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947