Dumpa lúsagift ólógliga

Dumpa lúsagift ólógliga
Norska umhvørvismálaráðið vil vera við, at norskir brunnbátar, sum flyta alifisk, hava slept vandamikil evnir, ímóti laksalús, út í sjógvin
Norskir brunnbátar, sum flyta alifisk, hava slept vandamikil evnir, ímóti laksalús, út í sjógvin, vil norska umhvørvismálaráðið vera við
 
25.11.2015 - 09:07

Ein fiskimaður, sum roynir eftir rækjum á einum firði, hevur meldað ein brunnbát, tí hann fær ongar rækjur á vanligu leiðunum longur.

Fiskimaðurin sigur orsøkina vera, at ein ávísir brunnbátur sleppur vandamiklu evnini út í sjógvin, tá reinsað verður fyri lús. Í Noreg eru 59 brunnbátar.

Hildið verður, at teir sleppa vandamiklu evnini út, burtur frá har sum teir arbeiða, men tað hóttir annan fisk, og er ikki lógligt, sigur umhvørvismálaráðið, sum kannar málið.

SÍ EISINI Fiskimaður: Rækjur doyggja av eitri ímóti laksalús

Reiðaríið hjá bátinum, sum er meldaður, vísir á, at eingin brunnbátur hevur loyvi at sleppa vandamiklu evnini út í sjógvin. Teir skulu hava loyvi frá matvørustýrinum.

Fiskimenninir finnast hvassliga at, at um teir bert tveita ein fisk fyri borð, so fáa teir bót. Tí siga teir seg ikki skilja, at brunnbátarnir kunnu fylla havið við vandamiklum evnum, uttan at nakað verður gjørt við málið.

Umhvørvismálaráðið í Noregi fer nú at biðja um fund við norsku alararnar um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357