1000 fólk vend við markið

1000 fólk vend við markið
Nærum 1000 fólk hava seinastu tvær vikurnar fingið bann fyri at sleppa inn í Frakland , tí tey eru mett at vera ein vandi fyri fyri trygdina
 
28.11.2015 - 15:35

Tað skrivar AFP tíðindastovan.

Frakland hevur hert eftirlitið við markið, síðan yvirgangsálopini 13 november.

Vandi var fyri, at tey kundu vera ein hóttan fyri trygdina og lóg og landaskil, sigur franski uttanríkisráðharrin, Bernard Cazeneuve, við AFP.

Markna-eftirlitið er eisini hert, tí COP21 fundurin byrjar í París mánadagin. Tá fara heimsins leiðara at tosa um verðurlagsbroytingar.

Men herda eftirlitið skal eisini tryggja Frakland sum heild, eftir yvirgangsálopini. Frakland varð lýst í undantaksstøðu eftir álopini.
15.000 løgregludeildir afturat eru settar at hava eftirlit við markinum. Innanríkisráðharrin sigur, at Frakland fer at hava hert eftirlit, so leingi mett verður, at vandin fyri yvirgangsatsóknum er stórur.

130 fólk lótu lív í álopunum í París.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823