Mótmæla COP 21 í París

Mótmæla COP 21 í París
100 fólk eru handtikin í París eftir at hava mótmælt COP 21 bert tvær vikur eftir yvirgangsatsóknina í París, sum kravdi 130 mannalív
Mótmæla veðurlagsráðstevnuni, COP 21, sum byrjar í franska høvuðsstaðnum í morgin
Mynd: BBC  
 
29.11.2015 - 15:41

Ætlanin var at skipa fyri mótmælisgongu móti veðurlagsráðstevnuni, men av trygdarávum, var mótmælisgongan avlýst. í hesum ótryggu døgum, hevur franska stjørnin bannað at savnast í størri mannamúgvum. 

Hóast hetta forboð, savnaðust í dag fleiri túsund mótmælisfólk á Place de la Republique, at mótmæla veðurlagsráðstevnuni. Mótmælisfólkini tóku i hondina hvør á øðrum og gjørdu eina fólkaketu á sama stað, har ætlanin var at hava friðargonguna, skrivar tíðindastova NTB.

Franska løgreglan hevur í dag nýtt táragass fyri at fólk at gevsast við mótmælisgonguni, og fyri at hava tamarhald á støðuni og hava sum sagt handtikið 100 mótmælisfólk.

Um vikuskiftið hava fólk sett skógar út á gøtuna. Hetta sum mótmæli, at friðargongan varð avlýst orsaka av yvirgangsatsóknini fyri 14 døgum síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863