Reiðarí skal gjalda manning 1,8 milliónir

Reiðarí skal gjalda manning 1,8 milliónir
Manningin sum mannaði ísfiskatrolaran Beinisvørð á makrelveiðu á sumri í 2011, fær eina stóra jólagávu. Reiðaríið skal gjalda manningini 1,8 mió.
Føroya rættur hevur dømt reiðaríið hjá Beinisvørði at rinda teimum átta monnunum 1,8 milliónir krónur, sum teir áttu til góðar frá makrelveiðuni
 
01.12.2015 - 15:57

Føroya rættur hevur dømt reiðaríið hjá Beinisvørði at rinda teimum átta monnunum 1,8 milliónir krónur, sum teir áttu til góðar frá makrelveiðuni.

Reiðaríið hevði av sínum eintingum gjørt av at rinda manningini 1.750 kr. um dagin í hýru, men tað var nógv minni enn sáttmálin ásetti, staðfesti rætturin.

Tí stevndi Fiskimannafelagið eftir pengunum, og fekk viðhald í rættinum. Reiðaríið hjá ísfiskatrolaranum hevði ongan rætt at fara uttanum sáttmálan og bara áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin í 2011.

Tað hevur Føroya Rættur staðfest, eftir at Føroya Fiskimannafelag fyri manningina, stevndi reiðarínum. Reiðaríið er dømt at rinda manningini hýru við rentum fyri tríggjar túrar í 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959