Nýggir HIV-tilburðir elva til stúran

Nýggir HIV-tilburðir elva til stúran
Tað hevur elvt til stúran hjá landslæknanum í Grønlandi, eftir at nýggir HIV-tilburðir eru staðfestir hjá ungfólki í landinum
Tveir tilburðir av HIV vórðu staðfestir hjá tveimum ungum fólkum í Grønlandi í 2014. Landslæknin í landinum heldur, orsøk er at stúra
 
09.12.2015 - 22:13

- Nú tveir nýggir tilburðir eru staðfestir, er vandin, fyri at HIV-smittan breiðir seg til yngru aldursbólkarnar, størri, sigur Henrik Trykker, landslækni.

Meðan tøl frá landslæknanum í Føroyum vísa, at eingin tilbuður av HIV er staðfestur hjá monnum síðani 2003 og hjá kvinnum síðani 2011, so stúra grønlendingar fyri gongdini.

- Higartil hava vit bert sær HIV-smittuna hjá fólki, sum eru komin upp í árini og eldri, sigur Henrik Trykker, landslækni í Grønlandi, sambært sermitsiaq.gl

Tveir tilburðir av HIV vórðu staðfestir hjá tveimum ungum fólkum í 2014, sambært nýggjastu ársfrágreiðingini hjá landslæknanum í Grønlandi.

Mælir fólki til at ansa sær og brúka hít

- Vit hava stóra avbjóðing í mun til at fáa sunnari kynslív her í landinum. Vit síggja gongdina við nógvum tilburðum av kynssjúkum og óynsktum graviditeti, sigur landslæknin í Grønlandi.

- Og vit eru nógv, sum kunnu gera mun. Í fyrstu atløgu tey ungu, men eisini foreldur, skúlar, kommunur og heilsuverkið, sigur Henrik Trykker við sermitsiaq.gl.

Tá ein persónur fær staðfest HIV, ger heilsuverkið kanningararbeiði fyri at finna fyrrverandi partnarar, sum síðani verða kannaðir fyri smittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736