Vænta næstan 100 milliónir meira í landskassan

Vænta næstan 100 milliónir meira í landskassan
Nýggjastu inntøkumetingarnar siga 94 mió. kr. meira enn fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Bílig olja kostar í meirvirðisgjaldi
Tangaskip komið við olju. Landskassin missir MVG, tí oljan er so bílig.
 
12.12.2015 - 15:51

Landskassin fær samanumtikið góðar 94 mió. kr. meira í inntøkum næsta ár enn mett varð, tá løgtingið fekk dagførda uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016 frá landsstýrinum.

Fíggjarnevndin hevur nú fingið nýggjastu tølini frá Fíggjarmálaráðnum. Sambært teimum koma fýra milliardir og 617 milliónir krónur í landskassan næsta ár. 

Bílig olja - minni MVG

Tann bíliga oljan ger, at landskassin fær minni meirvirðisgjald enn ætlað. 

Í september í ár varð mett, at meirvirðisgjaldi í ár fer at geva  60 mió. kr. minni enn fíggjarlógin fyri 2015 sigur. 

Fíggjarmálaráðið væntar nú, at meirvirðisgjaldið í 2016 verður 26 mió. kr. minni enn í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037