Grønlendingar ónøgdir við veðurlagsavtalu

Grønlendingar ónøgdir við veðurlagsavtalu
Ónøgdin í grønlendska landsstinginum skyldast, at avtaluteksturin ikki tekur atlit til upprunafólk, sum inuittar
 
13.12.2015 - 15:07

Meðan heimurin fagnast, so eru grønlendingar ónøgdir við nýggju veðurlagsavtaluni, sum var undirskrivað í Paris í gjárkvøldið.
Ónøgdin í grønlendska landsstinginum skyldast, at avtaluteksturin ikki tekur atlit til upprunafólk, sum inuittar. 

Upprunafólk merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, men hava so at siga onga ábyrgd av teimum. Avtalan átti í størri mun tikið atlit til serligu rættindini hjá upprunafólki, og so átti avtalan eisini viðurkent, at upprunafólk hava serlig rættindi og ikki somu skyldur sum hini londini, sum hava undirskrivað avtaluna, sigur Vittus Qujaukitsoq, landsstýrislimur við  ráevnismálum við Sermitsiaq.

Hvørki Grønland ella Føroyar luttóku á COP21 í Paris, og hvørki av londunum hava undirskrivað nýggju avtaluna, men tað hevur Danmark og tað sama hava 195 onnur lond.

Grønland hevur roynt at leggja trýst á fyri at fáa bindandi orðingar í avtaluna um serlig rættindi til upprunafólk, men tað er ikki eydnast. 

Veðurlagsavtalan hevur eina orðing um at viðurkenna serligu vitanina um veðurlagsbroytingar hjá upprunafólki, men eingin løgfrøðisliga bindandi orðing er avtaluni um upprunafólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454