Frágreiðing: Eingi prógv um yvirgang

Frágreiðing: Eingi prógv um yvirgang
Eingi prógv eru fyri, at ein yvirgangsatsókn var atvoldin til, at eitt russiskt flogfar datt niður yvir Sinai-hálvoynni í oktober
Talan var ikki um yvirgang, tá eitt flogfar datt niður yvir sinai-hálvoynni í oktober mánað í ár, siga egyptisku myndugleikarnir í niðurstøðuni í eini frágreiðing
 
14.12.2015 - 12:38

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum egyptisku myndugleikarnir hava skrivað í kjalarvørrinum á vanlukkuni í oktober, sum kravdi 224 mannalív.

Russiska Airbus-flogfarið datt niður, stutt eftir at tað var farið á flog úr Sharm el-Sheik í Egyptalandi við kós móti Sankta Pætursborg.

Islamiskur statur átók sær skyldina

Islamskur Statur hevur annars átikið sær skyldina fyri, at flogfarið datt niður. Hetta var hevnd fyri russisku bumbuálopini í Sýria, sigur IS.

Felagsskapurin hevur sagt, at ein bumba varð smuglað í flogfarið. Russland hevur eisini sagt, at ein yvirgangsatsókn var atvoldin til, at flogfarið datt niður.

Men nú siga egyptisku myndugleikarnir, at eingi prógv eru fyri, at ein yvirgangsatsókn var atvoldin til flogvanlukkuna, sum kravdi 224 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375