Taka umsóknir um friðskjól aftur

Taka umsóknir um friðskjól aftur
Nógv flóttafólk, sum eru komin til Svøríkis, taka nú umsóknina um friðskjól aftur. Fyrstu 10 dagarnar í desember tóku 239 flóttafólk umsóknina aftur
Tveir svenskir løgreglumenn á varðhaldi uttanfyri eina mosku í Uppsala í Svøríki. Nógv flóttafólk, ið eru komin til landið, taka nú umsóknirnar aftur, siga svensku myndugleikarnir
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
15.12.2015 - 15:53

Tøl hjá svenska útlendingastýrinum vísa, at í oktober tóku 395 flóttafólk umsóknina um friðskjól aftur, og í november var talið 627.

Fyrstu tíggju dagarnar í desember hevur útlendingastýrið skrásett 239 fólk, sum hava tikið umsóknina um friðskjól aftur, skrivar svenska kringvarpið, SVT.

- Tað er eingin góð kensla at fara heimaftur, men eg noyðist, sigur Omar Ali í samrøðu við svenska kringvarpið.

Heimaftur um familjan ikki fær uppihaldsloyvi

Ein iranskur flóttamaður, sum SVT hevur tosað við, sigur, at hann fer heimaftur, tí hann fær ikki familjuna til Svøríkis.

- Útlendingamyndugleikarnir hava greitt mær frá, at tað er trupult hjá einum iraka at fáa uppihaldsloyvi, og at fáa familjuna til Svøríkis.

- Eg havi sett lívið í váða fyri framtíðina hjá børnum mínum. Tey skulu ikki hava sama lív, sum eg, við kríggi, deyða og miseydnaðum stjórnum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974