Álitið kemur í dag

Álitið kemur í dag
Álitið frá Vinnunevndini um uppskotið um veiðigjøld og uppboðssølu av fiskirættindum kemur aftur í tingið í dag, sigur formaðurin Bjarni Hammer
Enn er ivasamt um Kristin Michelsen og Bjarni Hammer taka undir við ætlaðu uppboðssøluni.
 
22.12.2015 - 12:46

Í tíðindunum á miðdegi segði Bjarni Hammer, at gongur alt sum ætlað, so kemur álitið frá nevndarviðgerðini aftur í tingið einaferð í dag.

Hann vil tó einki siga um júst nær álitið er klárt ella hvat Vinnunevndin fer at mæla til.

Tað er enn ógreitt um meiriluti er í samgonguni fyri eini uppboðssølu av fiskirættindum ella um tann parturin verður tikin burtur.

Fíggjarnevndin bíðar

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er heldur ikki komin aftur við sínum áliti um figgjalógina fyri 2016.

Ruth Vang, forkvinna, sigur at fíggjanevndin bíðar til vinnunevndin er komin við sínum áliti - tí fyrr enn tað er greitt um landskassin fær nakrar inntøkur frá eini upboðssølu av fiskirættindum, ber ikki til at siga nakað endaligt um fíggjarlógina fyri næsta.

Ruth Vang sigur tað vera sera óheppið, at samgongan ikki megnar at semjast um uppboðssøluna.

Sambært fíggjalógaruppskotinum, so skal uppboðssølan geva landskassanum 50 milliónir í inntøkum næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334