Fleiri handtøkur í kjalarvørrinum á bumbuatsókn

Fleiri handtøkur í kjalarvørrinum á bumbuatsókn
Myndugleikarnir í Turkalandi hava tikið 59 fólk síðani bumbuatsóknina í Istanbul í gjár, tí tey skulu vera í parti við Islamskum Stati
Løgreglan leitar eftir próvtilfari eftir eina sjálvmorðsbumbuatsókn í Istanbul týsdagin. Myndugleikarnir hava handtikið fleiri fólk í kjalarvørrinum á yvirgangsálopinum
Mynd: AP  
 
13.01.2016 - 08:34

Trygdarfólk hava kannað og tikið fólk um alt landið síðani atsóknina. Tað er ikki vist at øll hava nakað tilknýti til Islamskan Stat, men tey eru tikin.

Islamskur Statur hevur ikki enn tikið ábyrgdina av atsóknini í gjár, men kortini hava turkisku myndugleikarir boðað frá, at tað var ein sjálvmorðsbumbumaður frá Islamskum Stati, sum framdi atsóknina.

Greinin heldur fram niðanfyri

Myndugleikarnir siga, at bumbumaðurin var 27 ára gamal, ættaður úr Saudiarabia og hann kom til Turkalands úr Sýria, siga turkisku myndugleikarnir.

10 fólk vórðu dripin í atsóknini, átta av teimum vóru týskarar. 15 onnur fólk vórðu særd. Turkaland hevur sett sær fyri at fáa greiðu á málinum sum skjótast, tí ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762