450.000 í stuðli til leiklistaverkætlanir

450.000 í stuðli til leiklistaverkætlanir
Fýra leiklistaverkætlanir fáa í ár 450.000 krónur í stuðli. Peningur verður millum annað latin til listaliga gransking sum fyrireiking til leik
Mentamálaráðið stuðlar í ár fýra verkætlanum við 450.000 krónum. Mariann Hansen (myndin) fær 50.000 krónur til listaliga gransking sum fyrireiking til leik
 
13.01.2016 - 13:14

Mentamálaráðið stuðlar í ár fýra leiklistaverkætlanum við tilsamans 450.000 krónum. GUT við Mariann Hansen fær 50.000 krónur til listaliga gransking sum fyrireiking til leik.

Teatur Grugg við Súsonnu Tórgarð fær 125.000 krónur til uppseting av finska leikinum Sangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka.

SÍ EISINI Yrkisleiklistin má fáa meiri pening

Marita Dalsgaard fær 75.000 krónur til fyrireiking av griksku tragediuni Medea eftir Euripedes, og Leikarafelag Føroya fær 200.000 krónur til norðurlendska leiklistafestivalin, Dagarnir 2016.

Stuðulin til yrkisleiklist, sum í ár er 450.000 krónur, verður latin á hvørjum ári eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, ið virkar sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist við meira.

Inn komu seks umsóknir, sum tilsamans søktu um 1.2 milliónir krónur í stuðli, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980