Vil hava londini at samstarva

Vil hava londini at samstarva
Arbeiðið, at kanna møguleikan at leggja elkaðal millum Ísland, Føroyar og Skotland, heldur fram. Londini eiga at samstarva, sigur landsstýriskvinnan
Bólkarnir, sum kanna møguleikan at leggja elkaðal úr Íslandi í ein landsynning, eiga at arbeiða saman, heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum
 
21.01.2016 - 13:27

Bólkarnir, sum kanna møguleikan at leggja elkaðal úr Íslandi í ein landsynning, eiga at arbeiða saman. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum.

Arbeiðið at kanna møguleikan fyri at leggja elkaðal millum Ísland, Føroyar og Skotland heldur fram. Væntandi byrjar samstarvið á fundi í Íslandi í vár.

SÍ EISINI Ætlanin um elkaðal úr livir enn

Á landsstýrisfundi mánadagin fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, undirtøku frá landsstýrinum fyri at halda fram við kanningunum.

Í uppriti, sum landsstýriskvinnan hevði við á fundin mánadagin, stendur, at málið verður tikið upp nú, tí fyrispurningur er komin úr Íslandi, um Føroyar eru áhugaðar í at tosa um samstarv um at kanna møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland og møguliga Føroyar.

Arbeitt við málinum í nógv ár

Arbeitt hevur verið við hesum máli í nógv ár. Í løtuni arbeiða Umhvørvisstovan, fyrr var tað Jarðfeingi, og íslendska Orkustofnun við slíkari kanning.

Men Landsvirkjun og Landsnet í Íslandi og National Grid í Skotlandi kanna eisini møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland, Icelink-verkætlanin kallast tann ætlanin.

Í teirri ætlanini er ikki lagt upp fyri, at kaðalin kemur í land í Føroyum. Men tað er kortini ikki útilokað.

Vil ikki binda landið til ávísar loysnir

Landsvirkjun og National Grid hava spurt Jarðfeingi, um Føroyar vilja vera við á einum fundi í Íslandi í vár fyri at vita, um tey, sum kanna Icelink, og tey, sum kanna kaðalin millum Ísland og Føroyar, kunnu arbeiða saman.

Sirið Stenberg sigur tað vera skilagott, at Føroyar eru við í hesum samstarvi fyri at røkja føroysk áhugamál. Men uttan tó at binda Føroyar til nakra ávísa loysn ella útreiðslur.

Sirið Stenberg boðaði landsstýrinum frá mánadagin, at hon ætlaði sær at boða Umhvørvisstovuni frá, at hon tekur undir við at halda fram at kanna møguleikan fyri kaðalsambandi við Ísland og møguliga onnur lond.

SÍ EISINI Stórur áhugi at keypa streym úr Íslandi

Landsstýriskvinnan tekur eisini undir at fáa í lag samstarv við IceLink, kanna hvørjar ætlanir eru, og hvat tað fer at kosta Føroyum at vera við í kanningunum.

Hesum tók landsstýrið undir við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Landsvirkjun er almenna íslendska orkufelagið, Landsnet stendur fyri at fáa streymin út til brúkararnar og National Grid er bretski el- og gassveitarin.

Orkustofnun í Íslandi svarar til Jarðfeingi her. Ísland ger nógvan streym, og hann er bíligur. Tí er útflutningur av streymi áhugaverdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738