Trý prosent siga nei, sjeyndi hvør ivast

Trý prosent siga nei, sjeyndi hvør ivast
Bara trý prosent av føroyingum halda, at FarGen-verkætlanin eigur at verða steðgað. Men 14 prosent ivast
83 prosent taka undir við FarGen-verkætlanini, sambært kanning, Gallup Føroyar hevur gjørt fyri FarGen
 
22.01.2016 - 09:49

83 prosent taka undir við verkætlanini, sambært einari kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri FarGen. FarGen er verkætlan um at lesa arvastreingirnar hjá føroyingum, sum vilja tað.

14 prosent hava ikki tikið støðu til spurningin. Tey svaraðu hvørki ja ella nei, tá tey vórðu spurd, um FarGen skal fremjast.

Triði hvør vil lata blóð

Ein triðingur av teimum spurdu søgdu seg vilja lata blóð til FarGen, 43 prosent svaraðu, at tað fara tey kanska at gera.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, sigur, at kanningin vísir greitt, at fólk taka undir við verkætlanini.

- Tað er tí, at vit við góðum treysti í næstum fara at bjóða fólki at vera við, sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.

Málið at fáa allar føroyingar í dátugrunn

Í fyrstu atløgu skulu arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lesast og skrásetast í einum dátugrunni. Hetta skal vera liðugt á heysti næsta ár. Men málið er at fáa allar føroyingar, sum vilja tað, við í verkætlanina.

Endamálið er at skapa møguleikar fyri gransking í føroyskum ílegum, genum, so betur ber til at fyribyrgja sjúkum og geva viðgerðir í heilsuverkinum.

526 fólk eldri enn 17 ár svaraðu spurningunum hjá Gallup Føroyum um FarGen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204