Útvarpslýsingar skulu hjálpa privatu miðlunum

Útvarpslýsingar skulu hjálpa privatu miðlunum
Tey, sum keypa lýsingar í útvarpinum, stuðla útberingini hjá tíðindabløðunum og førleikamennigini hjá tíðindafólkum, er ætlanin hjá Mentamálaráðnum
Pengarnir, sum koma fyri lýsingar í Útvarpinum, skulu brúkast til at stuðla útberingini og førleikamenna starvsfólk hjá privatu miðlunum, ætlar Mentamálaráðið
 
28.01.2016 - 18:21

Mentamálaráðið hevur sent uppskot um stuðul til tíðindamiðlar til hoyringar. Løgtingið hevur samtykt, at pengarnir, sum Kringvarpið fær fyri sjónvarpslýsingar, fara í filmsgrunn.

Pengarnir, sum koma fyri lýsingar í Útvarpinum, fara til at stuðla tíðindabløðunum at bera haldarum og sølustøðum bløðini og tíðindafólkum at styrkja seg fakliga og málsliga.

Nevnd skal býta út stuðulin

Ein Miðlastuðulsnevnd skal setast at avgera, hvør fær stuðul. Fimm fólk vera í nevndini. Felagið Føroysk miðlafólk tilnevnir tvey fólk í nevndina.

Føroya blaðútgevarafelag tilnevnir eitt, felagið Netmiðlan eitt og Fróðskaparsetrið tilnevnir eitt fólk, sum verður forkvinna ella formaður í nevndini.

Miðlastuðulsnevndin kann skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri tíðindafólk. Ætlanin er, at stuðulslógin skal virka frá 1.januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688