El-veitingarlógin skal nú broytast

El-veitingarlógin skal nú broytast
Tey, sum fáa sær hitapumpu at hita húsini og kanska eisini elbil, fáa streymin bíligari enn onnur. Eitt lógaruppskot kemur í Løgtingið fyrsta dagin
Landsstýrið vil nú hava Løgtingið at løna fólki, sum brúkar streym í staðin fyri olju at hita húsini. Endamálið er at fáa fleiri at brúka varandi orkukeldur
 
02.02.2016 - 13:30

Landsstýrið vil nú hava Løgtingið at løna fólki, sum brúkar streym í staðin fyri olju at hita húsini. Endamálið er at fáa fleiri at brúka varandi orkukeldur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur gjørt eitt uppskot um, at tey, sum brúka streym til upphiting og brúka elbilar, skulu fáa streymin bíligari enn onnur.

SÍ EISINI Lítil áhugi fyri el-bilum

Treytirnar og prinsippini fyri prísásetingini skulu stuðla undir umleggingina til grøna elorku sambært orku- og veðurlagspolitikkinum, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar.

Sambært lógarbroytingini skal landsstýrisfólkið í orkumálum sleppa at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar.

Umleggingin gjørd líðandi

Endamálið er at fáa fleiri at brúka varandi orkukeldur, ella, sum landsstýriskvinnan sigur, leggja um frá olju til el til upphiting og bilar.

Umleggingin verður gjørd so líðandi, og munur verður á avgjøldunum á el og olju so hvørt umleggingin verður framd í verki.

Politiska málið er, at í minsta lagi annað hvørt sethús og annar hvør bygningur skulu brúka hita frá grønari orku, áðrenn tíggju ár eru farin.

900 húsarhald skulu leggja um um árið

Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku. 18.000 oljufýr eru í Føroyum. Okkurt um 1000 hús hava fjarhita, og onnur 1000 hús hava hitapumpu.

Sambært samgonguskjalinum skulu tí okkurt um 900 húsarhald leggja um til grønan hita hvørt ár næstu tíggju árini. Góð 90 prosent av føroysku orkunýtsluni koma úr olju.

Seinastu árini hava Føroyar innflutt 220.000 tons av olju um árið fyri meira enn eina milliard krónur. 30 prosent av oljuni verða brúkt til upphiting.

Samtykt at gera eina royndarskipan

Sambært lógaruppskotinum fara 900 nýggjar hitapumpur at brúka seks gigawatttímar um árið, so SEV fer at selja meira streym. Økta sølan fer at gera, at SEV ikki missir inntøkur, hóast prísurin verður lækkaður.

Fyri SEV er hetta ikki ókent. Á eykaaðalfundi í november í fjør varð samtykt at gera eina royndarskipan í tvey ár við ymiskum prísum. Samskifti hevur verið millum SEV og Jarðfeingi um málið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Men SEV fekk at vita, at ein lógarbroyting krevst fyri at kunna fremja samtyktina hjá eykaaðalfundinum. Tann lógarbroytingin er nú á veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373