Bjóða nú dagtilboð til eldru borgararnar

Bjóða nú dagtilboð til eldru borgararnar
Eldri fólk í Tórshavnar kommunu fara nú at kunna ganga til skipað dagtilboð á Boðanesheiminum
Fyri 95 krónur um dagin bjóðar høvuðsstaðarkommunan nú teimum eldru borgarunum eitt skipað dagtilboð, har tey millum annað kunnu røra seg
 
02.02.2016 - 16:47

Endamálið við tilboðnum er, at eldri borgarar í kommununi sleppa at røra seg, fáa heilsugóðan kost, og eru virknir við at gera ítriv av ymsum slagi.

Millum annað verður skipað fyri venjingum, dansi, bingo, undirhúsi og bindiklubbum umframt at borðreitt verður við heilsugóðum mati til teirra, sum taka av dagtilboðnum á Boðanesheiminum.

Tilboðið fer at kosta eldri borgarum í Tórshavnar kommunu 95 krónur um dagin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775