Dømdur fyri kynsligan ágang móti smágentu

Dømdur fyri kynsligan ágang móti smágentu
Føroya Rættur dømdi í dag ein 38 ára gamlan mann fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina gentu undir 12 ár
Ein 38 ára gamal maður varð í dag dømdur tvey ára fongsulsrevsing, harav 18 mánaðir treytaðir, í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á smágentu
 
03.02.2016 - 16:11

Maðurin er dømdur fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Revsingin er tvey ára fongsulsrevsing, harav 18 mánaðir eru treytaðir, skrivar in.fo

38 ára gamli maðurin skal vera undir eftirliti av kriminalforsorgini og skal í sálarliga viðgerð.

Dømdi maðurin skal eisini rinda gentuni 50.000 krónur í endurgjaldi fyri tort, umframt at hann skal rinda sakarmálskostnaðin

Byrjaði tá gentan var seks ár

Harumframt skal hann rinda gentuni 50.000 krónur í endurgjaldi. Kynsligi ágangurin er framdur í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2001.

Gentan var einans 6 ára gomul, tá ágangurin byrjaði. Talan er um ágang framdan á tveimum ymiskum bústøðum, umframt í bilinum hjá ákærda.

Sambært in.fo greiddi dómarin í Føroya Rætti frá, at støddin á endurgjaldinum í slíkum brotsverkum varð herd í 2008, meðan sjálv revsingin varð herd í 2009.

Partur av revsingini treytað

Meginreglan í lógini er, at ein verður revsaður sambært tí lóg, sum varð í gildi, tá brotsverkið varð framt.

Tí segði dómarin seg ikki kunna taka atlit til herdu revsingina, tá hesin dómurin varð sagdur. Sambært in.fo vísti dómarin eisini á, at talan um hendingar, sum fóru fram fyri 15 til 22 árum síðani.

Ákærdi sjálvur var ikki meiri enn hálvvaksin, tá ágangurin byrjaði, men hevur í dag góð persónlig viðurskifti. Tí metti dómarin, at tað var ráðiligt og rætt at gera part av revsingini treytaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326