Flýggja til Turkalands í hópatali

Flýggja til Turkalands í hópatali
35.000 sýrisk flóttafólk eru komin til turkiska markið seinastu dagarnar, og fleiri eru á veg.
Talið av sýriskum flóttafólkum við sýriska markið er tvífaldað seinasta samdøgrið
Mynd: AFP  
 
06.02.2016 - 17:34

Tað upplýsir guvernørurin í turkiska marknabýnum Kilis fyri Reuters. Sostatt er talið á sýriskum flótttafólkum við turkiska markið tvífaldað seinasta samdøgrið. 

Guvernørurin segði tíðindafólkum, at hann væntar, at 70.000 sýrar aftrat fara at flýggja undan sýriska herinum og russisku loftálopunum. Turkaland hevur sýtt fyri at lata marknaliðið við Kilis upp.

Í staðin fáa flóttafólkini mat, teppi og innivist sýrisku megin markið. Men turkiski uttanríkisráðharrin vissar um, at marknaliðini eru opin fyri teimum mongu, sum eru flýdd undan bumbuálopunum í sýriska býnum Aleppo. 

Hann sigur, at 5.000 flóttafólk eru longu komin úr Aleppo, og millum 50.000 og 55.000 eru væntandi aftrat.

Tilsamans umleið ein millión flóttafólk eru komin til Evropa eftir Miðjarðarhavinum seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519