- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt um peningurin kann dragast frá í skatti
Tær 514 milliónirnar, Eik Banki sigur seg hava mist, og vil hava 90 milliónir krónur í frádrátti fyri, vóru umfataðar av bankatrygdini í bankapakka 1. Tí er ivasamt, um tær kunnu dragast frá í skatti.
Eik Banki byrjaði sítt nýggja lív við hálvari aðru milliard í eginogn og ikki við tveimum milliardum í eginogn. Tað sæst í fyrsta ársroknskapinum hjá bankanum í 2010/11.
Rokningin send víðari
Fíggjarligt Støðufesti tók tapið, 514 milliónir krónur, tí tað var umfatað av bankapakka 1. Men Fíggjarligt Støðufesti kann ikki prenta pengar.
Rokningin, sum er 514 milliónir krónur, varð send víðari til peningastovnarnar, sum vóru tilmeldaðir bankapakka 1, og sum fíggjaðu bankapakkan - harímillum BankNordik.
Hetta gjørdi Fíggjarligt Støðufesti longu á vári 2011. Teir peningastovnarnir, sum vóru tilmeldaðir, hava drigið rokningina frá og fingið teir skattafrádráttirnar, sum teir høvdu rætt til í hesum sambandi.
Einasti bankin sum yvirlivdi
Tað vísa upplýsingar, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Við øðrum orðum roynir Eik Banki at fáa ein frádrátt frá TAKS í Føroyum, sum danskir peningastovnar longu hava fingið frá SKAT í Danmark.
Sum skilst er tað hetta, sum Eik Banki ikki upplýsti fyri TAKS, tá TAKS var biðið um at kanna, um Eik Banki hevði rætt til ein frádrátt fyri tær 514 milliónir krónurnar, sum eginognin varð niðurskrivað við.
Eik Banki er tann einasti av teimum 12 peningastovnunum, sum yvirlivdi, tá Fíggjarligt Støðufesti legði uppí. Eik Banki var tann einasti, sum lá uttan fyri danskan skattarætt. Hinir 11 vórðu allir uppgjørdir eftir danskari lóg.