Zika kann elva til álvarsama sjúku

Zika kann elva til álvarsama sjúku
Franskir granskarar siga seg hava funnið prógv fyri, at samband er millum zika-smittu og Guillain barrés-sjúkueyðkenni, GBS, sum kann lamma fólk
Samband er millum zika-smittu og Guillain barrés-sjúkueyðkenni, ið kann lamma fólk, siga franskir granskarar seg hava prógv fyri
 
01.03.2016 - 08:59

Tað er stórur vandi fyri, at londini, sum eru rakt av zika-umfarsóttini, fara at fáa fleiri tilburðir av neuroliskum Guillain barrés-sjúkueyðkenni, stytt GBS.

GBS er sjáldsom støða, her immunverjan leypur á partar av nervalagnum, og tað elvir til lammilsi. Men lammilsi hvørvur eftir eina tíð.

Granskarar á Pasteur-stovninum í Paris hava greinað dátu frá eini zika-umfarsótt í Franska Polynesia í 2013 og 2014.

SÍ EISINI - Takið Zika-virusið í álvara

Granskararnir í Fraklandi hava roknað seg fram til, at vandi fyri at fáa GBS er 2,4 fyri hvørjar 10.000 tilburðir av zika-smittuni.

- Arbeiðið hevur týdning, tí tað staðfestir leiklutin, sum zika-virusið hevur í elvingini av álvarsligum neurologiskum eftirsjúkum, sum GBS hevur, sigur Arnoud Fontanet, ið hevur staðið á odda fyri granskingararbeiðnum.

- Økini, har zika-umfarsóttin herjar, fara helst at vera fyri uppaftur fleiri sjúklingum við neurologiskum eftirsjúkum, sigur Arnoud Fontanet við NTB-tíðindastovuna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974