Trump og Clinton nærri málinum

Trump og Clinton nærri málinum
Donald Trump og Hillary Clinton, ið stilla upp til forsetavalið í USA í november, eru nú komin nærri málinum at gerast næsti forsetin í USA
Donald Trump og Hillary Clinton, sum royna at gerast forsetavalevni hjá ávikavist republikanarunum og demokratunum, eru nógv nærri málinum eftir uppstillingarvalini týsdagin
 
16.03.2016 - 17:24

Donald Trump og Hillary Clinton, sum royna at gerast forsetavalevni hjá ávikavist republikanarunum og demokratunum, eru nógv nærri málinum eftir uppstillingarvalini í gjár.

Donald Trump sópaði alla mótstøðu til viks, og vann í trimum av fimm statum, har uppstillingarval var í gjár. Hann vann í Florida, Norður Carolina og Illinois.

John Kasich, guvernørur í Ohio, vann í heimstatinum. Sambært floksreglunum hjá republikanurunum skal eitt valevni fáa meirilutan av valmonnum í átta statum, skal tað hava møguleika at gerast forsetavalevni.

SÍ EISINI Tey bæði fara helst at stríðast um forsetastólin

Eftir uppstillingarvalið i gjár hevur Donald Trump 619 valmenn, Ted Cruz 394, Marco Rubio 167, og John Kasich hevur 136 valmenn.

Fyri at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, skalt tú hava undirtøku frá 1237 valmonnum. Hjá demokratunum vann Hillary Clinton á Bernie Sanders í øllum fimm statum.

Tá úrslitið hjá republikanarunum í Florida varð greitt, boðaði Marco Rubio, senatorur, frá, at hann gevst í royndunum at gerast forsetavalevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558