Flóttafólkastreymurin minkaður nógv

Flóttafólkastreymurin minkaður nógv
Nógv færri flóttafólk koma til Grikkalands eftir at ein nýggj avtala millum ES og Turkaland er sett í verk
Nógv færri flóttafólk og tilflytarar koma til Grikkalands úr Turkalandi í kjalarvørrinum av at nýggja avtalan millum ES og Turkaland um flóttafólk er komin í gildi
 
06.04.2016 - 16:24

Nógv færri flóttafólk og tilflytarar koma til Grikkalands úr Turkalandi í kjalarvørrinum av at nýggja avtalan millum ES og Turkaland um flóttafólk er komin í gildi.

Myndugleikarnir í Athen upplýsa, at seinasta samdøgrið eru bara 68 flóttafólk komin úr Turkalandi. Næstseinasta samdøgur komu 225 flóttafólk til Grikkalands.

SÍ EISINI Bíða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands

Støðan er nógv broytt, tí í fjør komu fleiri hundrað túsund flóttafólk til griksku oyggjarnar og víðari til Evropa. Hetta er ein jalig gongd, sigur ein talsmaður fyri griksku stjórnina.

ES og Turkaland hava avtalað, at øll flóttafólk, sum verða smuglað úr Turkalandi til Grikkalands, skulu sendast aftur til Turkalands.

Afturfyri hvørt sýriskt flóttafólk, sum verður sent aftur til Turkalands, skal ES taka ímóti einum sýriskum flóttafólki, sum eru í eini flóttafólkalegu í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006