Hollendingar atkvøddu »nei«

Hollendingar atkvøddu »nei«
Hollendingar eru ímóti, at Ukraina sleppur at gera eina avtalu, sum knýtir landið tættari at ES. Fólkaatkvøða var í Hollandi í gjár
Meiri enn 61 prosent av fólkunum í Hollandi atkvøddu mikudagin ímóti, at Ukraina sleppur at gera eina avtalu, ið knýtir landið tættari at ES
Mynd: AP  
 
07.04.2016 - 11:17

Tá nærum allar atkvøðurnar vórðu taldar, varð greitt, at meiri enn 61 prosent hava atkvøtt ímóti. 38 prosent eru fyri.

Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, men forsætisráðharrin, Mark Rutte, sigur, at tað ber ikki til at látast sum einki, tá úrslitið er so greitt.

30 prosent av øllum teimum, sum høvdu valrætt, skuldu velja í gjár fyri at fólkaatkvøðan skulu hava gildi. Valluttøkan endaði á 32 prosentum.

Einasta landið, ið hevur atkvøtt »nei«

Holland er sostatt tað einasta av teimum tilsamans 28 limalondunum í ES, sum ikki hevur góðkent avtaluna, sum skal knýta Ukraina tættari at ES.

Ein møguleiki er, at tað verður skrivað í sjálva avtaluna, at Holland ikki tekur undir við henni, men í løtuni er ógreitt, um tað ber til, skrivar Reuters.

Mark Rutte, forsætisráðharri, fer nú at viðgera støðuna bæði í hollendska tinginum og við hini ES-londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558