Umhugsa at leggja nýggj avgjøld á fiskivinnuna

Umhugsa at leggja nýggj avgjøld á fiskivinnuna
Grønlendska landsstýrið hevur ætlanir um at leggja nýggj avgjøld á fiskivinnuna og at skatta pensjónir. Onnur avgjøld eru eisini í umbúna
Avgjald skal leggjast á fiskivinnuna, pensjónirnar skulu skattast, og avgjald skal leggjast á nakrar drekkivørur, heldur grønlendski landsstýrisformaðurin
 
11.04.2016 - 08:23

Grønlendska landsstýrið fer eisini at leggja avgjøld á orkudryggir og innfluttar drekkivørur. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

- Uppskotið um at broyta skattingina av privatum pensjónum, fer at gagna grønlendska landskassanum, treytað av, at privatu pensjónsinngjøldini verða tey somu sum nú.

SÍ EISINI Grønlendski útflutningurin minkar

Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, í tíðargrein í grønlendska blaðnum um vikuskiftið.

Grønlendska fíggjarmálaráðið væntar, at 30 prosent av privat uppspardu pensjónunum eru í útlendskum pensjónsskipanum.

- Hetta skal broytast, soleiðis at pensjónsinngjaldið kemur okkara landi til góðar og ikki útlondum, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, í tíðargreinini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558