400 fólk hava meldað seg til flaggdagsrenningina

400 fólk hava meldað seg til flaggdagsrenningina
Flaggdagsrenningin í morgin er tann 30. í røðini
 
24.04.2016 - 12:20

Tað er ítróttarfelagið Bragdið sum skipar fyri renningini, sum byrjar og endar á Kongabrúnni. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. 

Rutan er av Kongabrúnni og so verður runnið yviri við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.

Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og  vaksnum. 

Eisini er ein stuttleikarenning sum er til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Hendan renningin er fyri øll vaksin, sum bara hava hug ar røra seg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717