Hizbollah-leiðari í Sýria dripin

Hizbollah-leiðari í Sýria dripin
Ovasti hernaðarligi leiðarin hjá Hezbollah í Sýria, hann eitur, Mustafa Amine Badreddine er dripin í skotbardøgum nærhendis flogvøllinum í Damaskus
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
14.05.2016 - 13:56

Hetta skrivar BBC og endurgevur libansku Hizbollah-rørsluna. Badreddine verður hildin at hava havt leiðsluna av hernaðarliga virkseminum hjá Hizbiollah í Sýria síðani 2011. Túsundtals vápnaðir Hizbollah-menn stuðla sýriska forsetan Bashar al-Assad.

Ein fráboðan frá Hizbollah ljóðar soleiðis, sambært BBC:

- Kanningar hava víst, at spreingingin, sum rakti eina av okkara hernaðarstøðum nærhendis Altjóða Flogvøllin í Damaskus, og sum gjørdi leiðaran Mjustafa Badreddine til martýr, var úrslit av skotum frá tak-firi-bólkum í økinum.

"Takfiri" er eitt hugtak, sum verður brúkt at lýsa hernaðarbólkar, sum halda at muslimsk samfeløg eru komin aftur til eina støðu, har eingin átrúnaður er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558