Rætturin viðger neyðtøkumál

Rætturin viðger neyðtøkumál
Føroya rættur viðger í dag revsimálið móti einum 20 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd í Havn
 
18.05.2016 - 12:23

Maðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina eldri kvinnu, sum hann kennir, í november í 2014. Maðurin noktar seg sekan. Hann sigur, at samlegan var sjálvboðin.

Kvinnan meldaði ikki fyrr enn knappliga eitt ár seinni, tá hon í einum blaði las um álopið á eina unga kvinnu við Sjónleikarhúsið í Havn.

SÍ EISINI Neyðtøkuroynd: Fleiri gjørt vart við seg

Tá varð maðurin, sum nú er ákærdur fyri neyðtøkuroynd, varðhaldsfongslaður fyri tað álopið. Maðurin noktar seg eisini sekan í neyðtøkuroynd. Men hann viðgongur, at hann tók í kvinnuna og legði hana niður.

Ákæruvaldið hevur bundið um heilan fingur og í øðrum lagi ákært mannin fyri blygdanarskemd, roynd at fremja blygdanarskemd, harðskap og tvingsil, um rætturin ikki góðtekur ákæruna um neyðtøkuroynd.

Varðhaldsfongslaður síðani oktober

Ákærdi tók ikki støðu til hesa ákæruna. Tað einasta, hann viðgekk, var, at hann hevði tikið í kvinnuna og lagt hana niður.

Maðurin hevur verið í varðhaldi í sjey mánaðir, ella síðani grundlógaravhoyringina 20. oktober í fjør.

Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing. Boðað er eisini frá endurgjaldskrøvum frá kvinnunum. Tey eru ávikavist 70.000 og 60.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290