Ferðsluvanlukka kravdi mannalív

Ferðsluvanlukka kravdi mannalív
Ein 48 ára gamal maður er deyður av løstunum, hann fekk í eini ferðsluvanlukku fyrrapartin
 
02.06.2016 - 11:10

Í morgun klokkan 08:14 kom fráboðan til 112 um eitt álvarsamt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík. Ein skutari og ein vøruvognur stoyttu saman, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.

Sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og førarin á skutaranum varð fluttur á Landsjúkrahúsið. Seinni varð staðfest, at maðurin var deyður av løstinum, hann fekk.

Talan er um ein 48 ára gamlan mann. Avvarðandi eru kunnað. Løgreglan ger nú kanningar í málinum, verður upplýst í tíðindaskrivinum frá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262