Øll mál viðgerast í rættinum

Øll mál viðgerast í rættinum
Fólk, sum játta seg sek í at bróta lógina um rúsevni, og góðtaka at fáa eina bót fyri tað, tí brotið er so lítið, noyðast í rættin kortini
 
02.06.2016 - 16:39

Ikki ber til longur at avgreiða slík mál í Føroyum við sektaruppskoti. Tey skulu øll í rættin. Orsøkin er ein lógarbroyting.

Tá tey hjá fútanum varnaðust, at støðan var broytt eftir lógarbroytingina, varð gjørt vart við hetta hjá Heilsumálaráðnum. Tað fyri einum ári síðani.

Heilsumálaráðið vendi sær í januar í ár til danska heilsumálaráðið, sum vildi hava at vita, hvør trupulleikin er.

Frættu einki aftur

Linda Hesselberg hjá Fútaembætinum sigur, at hon svaraði danska heilsumálaráðnum tann 27. februar, har hon greiddi frá støðuni. Síðani hava tey einki frætt.

Skal lógin broytast, skal eitt ríkislógartilmæli gerast, ið skal í Løgtingið og Fólkatingið. Sum lógin nú er vorðin, krevur hon nógv arbeiði bæði hjá ákæruvaldinum og Føroya rætti.

Fólk, sum játta seg sek í at hava eitt nú 0,1 gramm av hashi, skulu ákærast og møta í rættinum. Fyrr bar til at avgreiða slík mál við at geva fólki eina bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329