Havnarfólk fáa apotek í miðbýnum

Havnarfólk fáa apotek í miðbýnum
Skjótt fer at bera til at keypa vanligar apoteksvørur í miðbýnum í Havn. Tað samtykti býráðið hóskvøldið
 
17.06.2016 - 07:55

Í heyst fer at bera til at keypa vanligar apoteksvørur í miðbýnum í Havn. Tjaldurs Apotek skal leiga frá Tórshavnar kommunu í gamla BankNordik bygninginum

Leigan er 1000 krónur um árið fyri fermeturin í veghædd og 500 krónur í kjallaranum. Fyrsta árið, sum er royndarár, skal Tjaldurs apotek rinda hálva leigu, samtykti býráðið við átta atkvøðum í gjárkvøldið.

Leigumálið galdandi í 10 ár

Leigumálið, sum í fyrsta umfari er galdandi í tíggju ár, byrjar 1. september í ár. Kunningarstovan, Visit Tórshavn, skal eisini flyta í gamla bankan úr gamla bókhandli.

Triðja leigumálið í gamla bankabygninginum, sum kommunan eigur, varð lýst leyst at leiga til café. Tríggjar umsóknir komu, frá Gómagóðum, Brell Café og teimum, sum reka Tórscafé á Býarbókasavninum.

Umsitingin hjá býráðnum mælti til at leiga til Gómagott, og tað samtykti býráðið í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687