Høvuðsráðgevi hjá Trump sendur til hús

Høvuðsráðgevi hjá Trump sendur til hús
Corey Lewandoski er ikki longur oddamaðurin í valstríðnum hjá Donald Trump og hansara royndum at gerast næsti forsetin í USA
Lewandowski (myndin) er ikki longur høvuðsráðgevi hjá Donald Trump, ið stillar upp til forsetavalið í USA. Sjálvur veit hann ikki, hví hann er sendur til hús
Mynd: AP  
 
21.06.2016 - 09:33

Donald Trump hevur sagt Lewandoski úr starvi, men Lewandowski veit ikki sjálvur at siga hví, ásannaði hann í samrøðu við sjónvarpsrásina CNN í gjár.

- Eg veit ikki, hví eg eri sagdur úr starvi, svaraði Lewandowski, tá hann varð spurdur beinleiðis um uppsøgnina.

Nú fyrrverandi oddamaðurin fyri valstríðið hjá Donald Trump er annars ein umstríddur persónur.

Eitt nú skal tað eitast, at tað er hann, sum hevur avrátt, at Washington Post ikki sleppur á fundirnar, Trump heldur í valstríðnum. Ein avgerð, sum er ógvuliga umstrídd.

Greinin heldur fram niðanfyri

Somuleiðis sigst Lewandowski vera maðurin, sum hevur ráðgivið Trump eftir yvirgangsatsóknirnar í Orlando. Nakað, sum Trump sambært veljarakanningunum ikki er komin serliga væl frá, tí undirtøka hansara er minkað munandi.

Enn er ógreitt, hvør tekur við eftir Lewandowski, men tað verður ein stór uppgáva hjá viðkomandi. Millum annað tí, at nógvar milliónir skulu fáast til vega at fíggja eitt landsumfatandi átak.

Tað hevur ikki eydnast Donald Trump og hansara hópi enn, meðan Hillary Clinton hevur gjørt hetta í eitt heilt ár higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744