Føroyski leikluturin eisini umrøðast

Føroyski leikluturin eisini umrøðast
Grønlendski og føroyski leikluturin verður eisini umrøddur, tá Danmark í næstum fer at brúka nógvan pening til herdubbing við Norðpólin
 
22.06.2016 - 11:14

Danmark fer nú undir herdubbing við Norðpólin og fer at nýta nógvar pengar til átakið tey næstu árini. Grønlendski og føroyski leikluturin verður eisini umrøddur.

Millum annað skal ein grønlendsk heimaverja skipast, íløgur skulu gerast í fylgisveinar, og sjóverjan skal styrkjast. Tað stendur í eini frágreiðing, sum danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, fer at almannakunngera mánadagin, skrivar Jyllandsposturin.

Avbjóðingarnar við Norðpólin eru stórar, og tí er neyðugt við íløgunum, skrivar blaðið. Lagt verður upp til, at 360 milliónir krónur, sum eru tøkar, verða nýttar til endamálið, og so mugu minst 120 milliónor krónur játtast um árið.

Taka undir við frágreiðing

Danski fólkaflokkurin, Radikali flokkurin og danski javnaðarflokkurin taka undir við tí, sum stendur í frágreiðingini. Flokkarnir taka undir við, at Danmark fyrireikar seg til tað, sum skal henda kring Norðpólin.

Søren Espersen í danska fólkaflokkinum heldur tað vera eitt gott hugskot, at Grønland fær heimaverju, men mælir til, at bæði grønlendingar og føroyingar skulu gera herskyldu, um londini vilja hava ávirkan.

Hvørki danski javnaðarflokkurin ella radikali flokkurin taka kortini undir við tí. Martin Lidegaard, framsøgumaður hjá radikala flokkinum vil hava grønlendingar við í samráðingarnar.

Norðpólurin strategiskan týdning

Framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum, Henrik Dam Kristensen, leggur mest dent á, at ætlaninar ikki eru at meta sum herdubbing. Men soleiðis kann Russland meta ætlanina, sigur stjórin í hugsanarbankanum, RIAC, Andrey Kortunov, sum heldur til í Moskva.

Hann leggur dent á, at Norðpólurin hevur stóran strategiskan týdning fyri Russland, og donsku ætlaninar eru ikki vælkomnar hjá russisku leiðsluni, sigur hann, og vísir á spentu støðuna ímillum NATO og Russland.

Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, váttar, at frágreiðingin um Norðpólin er klár, men hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar fyrr enn mánadagin, tá stjórnin fer at leggja ætlaninar fyri norðpólsleiðina fram.

Málið eisini umrøtt í Føroyum

Viðurskifti í Arktis eru á breddanum, tá ráðharrin fyri amerikanska herflotan vitjar í Føroyum næstu dagarnar. Ray Mabus kemur til Føroya í morgin og steðgar til sunnudagin.

Amerikanski herflotaráðharrin skal hava fund við Aksel V. Johannesen, løgmann, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Á skránni fyri fundirnar eru viðurskifti í Arktis, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi. Á vitjanini í Føroyum skal Ray Mabus eisini hitta Løgtingsins uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804