Tepur meiriluti: Bretar vilja verða verandi

Tepur meiriluti: Bretar vilja verða verandi
Seinastu meiningakanningarnar, sum vórðu kunngjørdar mikukvøldið, vísa, at bretar vilja verða í ES. 17 prosent hava tó ikki tikið støðu enn
Mynd: KvF  
 
23.06.2016 - 09:01

Seinnapartin í gjár vísti ein kanning, at 45 prosent vilja úr ES og 44 prosent vilja verða verandi. Men tvær meiningakanningar í gjárkvøldið, vístu báðar, at bretar velja ES.

Ein kanning hjá blaðnum, The Times, vísti, at 51 prosent vilja verða verandi í ES, meðan 49 prosent vilja úr samveldinum.

SÍ EISINI Metnógvir bretar á valrætt á ES-fólkaatkvøðu

Ein kanning hjá Daily Mail vísti samstundis, at 48 prosent vilja verða verandi í ES, og 42 prosent vilja úr samveldinum.

Men kanningarnar vístu samstundis, at 17 prosent av veljarunum ikki høvdu tikið støðu, so teirra avgerð kann broyta úrslitið av fólkaatkvøðuni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762