Vilja hava peningin í Búskapargrunnin

Vilja hava peningin í Búskapargrunnin
Pengarnir, sum landskassin tekur frá fiski- og alivinnuni, eiga ikki at fara til raksturin hjá landskassanum, men til uppsparing í Búskapargrunninum
 
01.07.2016 - 10:01

Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarskrivi til Fíggjarmálaráðið, sum ætlar at broyta lógina um Búskapargrunnin.

Fíggjarmálaráðið ætlar ikki í hesum umfarinum at fara aftur til gomlu ásetinginga um, at eisini tilfeingisgjøld skulu í grunnin. Fyrr segði lógin, at tilfeingisgjøld, til dømis av kolvetni, fiski, aliøkjum og jørð skuldu í Búskapargrunnin.

Kom hetta aftur í lógina nú, hevði tað gjørt, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum og loyvisgjøldum ikki longur høvdu farið beinleiðis í fíggjarlógina til rakstur

Inntøkurnar høvdu í staðin partvíst endað sum ein uppsparing, soleiðis sum upprunaliga endamálið við Búskapargrunninum var, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775