Pundið fellur framvegis

Pundið fellur framvegis
Bretska pundið lækkar í virði eftir fólkaatkvøðuna um limaskapin í ES. Í dag er pundið vert 8,87 krónur, fyri einum ári síðani var virðið 10,50
 
05.07.2016 - 16:23

Tað verður ikki mett bert at vera av tí ringa, at pundið lækkar. Tað kann vera við til at gera búskaparligu støðuna betri, tí bíligari verður at keypa vørur úr Bretlandi.

Størsti trupulleikin í Bretlandi er kortini, at fyritøkur, sum høvdu ætlanir um at gera íløgur, ikki hava gjørt íløgurnar, tí tær hava bíðað eftir úrslitinum av fólkaatkvøðuni.

SÍ EISINI Londini ósamd um gongdina

Støðan verður ikki betri av, at teir tríggir, sum vóru fremst í stríðnum, fyri ella ímóti bretska limaskapinum í ES, allir hava boðað frá, at teir leggja frá sær.

Talan er um David Cameron, forsætisráðharra, Boris Johnson, sum skuldi vera eftirmaður hansara, og formannin í ES mótstøðuflokkinum, UKIP, Nigel Farage.

Skatturin lækkar kanska

Bretski fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, hevur mælt til, at skatturin verður lækkaður, og at partafelagsskatturin skal úr 20 niður í 15 prosent.

Stjórin í bretska tjóðbankanum, Mark Carney, hevur mælt til, at Bretland broytir pengapolitikkin. Tað kann hava við sær, at Bretland fer at toga restina av Evropa við sær.

Hetta fer tó bert at henda um skilnaðurin verður gjørdur í sátt og semju, siga serfrøðingar. Samstundis arbeiðir europeiski miðbankin við eini ætlan um at stuðla londunum í Evropa, nú Bretland fer úr samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659