NATO sendir krígsskip eftir fólkasmuglarum

NATO sendir krígsskip eftir fólkasmuglarum
Krígsskip verða nú sett í sigling í Miðjarðarhavinum. Skipini skulu tálma fólkasmugling og hava eyguni eftir yvirgangsfólkum í farvatninum
Krígsskip frá NATO skulu nú hjálpa til í stríðnum móti fólkasmugling í Miðjarðarhavinum, til tess at tálma ólógliga flóttafólkastreyminum
 
10.07.2016 - 12:52

Krígsskip frá NATO skulu nú hjálpa til í stríðnum móti fólkasmugling í Miðjarðarhavinum í einum nýggjum átaki, sigur aðalskrivarin í NATO.

- Ætlanin hjá okkum er, at arbeiða tætt saman við Evropasamveldinum, ið eisini hevur sett tiltøk í verk í mest týðandi partinum í Miðjarðarhavinum.

Tað kunngjørdi Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, á einum toppfundi í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, leygardagin, tá ætlanin varð løgd fram.

Víðar heimildir

Nýggja átakið hjá NATO, sum hevur fingið heitið Sea Guardian, hevur fingið víðar heimildir í stríðnum at tálma fólkasmugling í Miðjarðarhavinum.

Átakið hjá NATO skal verða við til at tálma flóttafólkastreyminum um Miðjarðarhavið, og hjálpa til í stríðnum móti yvirgangsfólkum har á leiðini.

Seinasti toppfundurin var fyri tveimum árum síðani. NATO ætlar ikki, at so lang tíð skal ganga áðrenn næsti toppfundurin millum tey 28 natolondini verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Kappróður: Eystanstevna í Runavík
209673
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587