Trump formelt valdur forsetavalevni

Trump formelt valdur forsetavalevni
Ríkmaðurin, Donald Trump, er formliga forsetavalevni hjá republikanska flokkinum í USA
 
20.07.2016 - 08:09

Tað var greitt á landsfundinum í gjárkvøldið, tá Trump fekk undirtøku frá 1237 valfólkum, sum er minstakrav. Men tað var væntandi, at Donald Trump fór at gerast forsetavalevni, tí eingin kappast ímóti honum longur.

Alment skal Donald Trump nú taka við tilnevndingini, og tað fer hann væntandi at gera seinasta dagin á landsfundinum, sum er í morgin. Men longu tá tað var greitt, at hann hevði fingið nóg mikið av valfólkum, takkaði hann fyri stuðulin.

Tað var formaðurin í republikanska flokkinum, Paul Ryan, sum eisini er formaður í Umboðsmannatinginum, sum alment boðaði frá, at Donald Trump verður forsetavalevni hjá flokkinum.

Donald Trump hevur undirtøku frá 1725 valfólkum í republikanska flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659