Spaniólar nýggja stjórn

Spaniólar nýggja stjórn
Líkt er nú til, at tað fer at eydnast at skipa nýggja stjórn í Spania eftir, at einki er hent á politiska pallinum í meir enn eitt hálvt ár
 
20.07.2016 - 09:33

Í gjár kom tjóðartingið saman fyri fyrstu ferð síðan valið í juni, og tá valdi tjóðartingið Anu Pastor til nýggjan tingformann. Hon er í parti við virkandi forsætisráðharranum, Mariano Rajoy. Nú verður farið undir at royna at skipa eina nýggja stjórn.

Politiskt óskil hevur verið í Spania síðan desember í fjør, tá eingin fekk meiriluta á tjóðartingsvalinum, og flokkarnir ikki kundu semjast um eina stjórn. Tað endaði við, at Felipe VI, kongur útskrivaði nýval, sum var í juni.

Kunnu skipa stjórn einsamøll

Konservativi stjórnarflokkurin, Partido Popular, vann valið. Hann fekk 137 umboð, men ikki nóg mikið til at skipa stjórn einsamallur.

Nú fer spanski kongurin at hitta umboð fyri flokkarnar, og tí er ikki greitt enn, hvør fyrst skal royna at skipa stjórn.

Virkandi forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, sigur seg vera sinnaðan at halda fram sum forsætisráðharri og um neyðugt í eini minnilutastjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659