Undantaksstøða í tríggjar mánaðir

Undantaksstøða í tríggjar mánaðir
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur lýst undantaksstøðu í Turkalandi í tríggjar mánaðir eftir kvettroyndina um vikuskiftið
Undantaksstøða er lýst í Turkalandi í tríggjar mánaðir í kjalarvørrinum á miseydnaðu kvettroyndini fríggjakvøldið
 
21.07.2016 - 11:46

Tað hendir, tí forsetin ætlar at gera enda á virkseminum hjá Gulen-felagskapinum, sum argasti fíggindin hjá forsetanum, Fethullah Gulen, stendur á odda fyri, skrivar Reuters.

Fethullah Gulen hevur búð í útlegd í USA síðan 1999, og Turkaland hevur biðið USA um at fáa fatur á honum. Síðani kvettroyndina hevur forsetin sagt nógvum fólki úr starvi, millum annað í undirvísingarskipanini.

SÍ EISINI ST: Skelkandi at dómarar fáa fótin

Millum annað eru 15.200 fólk í Turkalandi søgd úr starvi í undirvísingarmálaráðnum, og 21.000 lærarar hava mist pappírini sambært Reuters.

Útbúgvingarmálaráðið í høvuðstaðnum, Ankara, hevur boðað frá, at har verða 6.500 søgd úr starvi, og 626 skúlar og lærustovnar lata aftur.

Higartil hevur stjórnin hjá Erdogan, forseta, sagt minst 60.000 fólkum úr starvi í herinum, løgregluni, rættarskipanini og undirvísingarverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006