Eldur settur á bilar í Danmark

Eldur settur á bilar í Danmark
Eldur er settur á fleiri bilar í Keypmannahavn seinastu tvær næturnar. Óvist er, um samband er við líknandi eldásetingar í Svøríki
 
22.08.2016 - 10:56

Sviar hava í alt summar havt trupulleikar av, at eldur hevur verið settur á bilar. Nú er líkt til, at trupulleikin eisini hevur breitt seg til Danmarkar.

Sunnunáttina varð eldur settur á 10 bilar í Keypmannahavn og aftur í nátt var eldur í bilum í Christianshavn.

Óvist um samband er millum tilburðir

Í Svøríki hava brennandi bilar verið ein stórur trupulleiki, serliga í Malmø, Linkøping, Norrkøping og Lund í alt summar.

Tað ber ikki til at siga um eldsbrunarnir í Keypmannahavn hava samband við eldsbrunarnar í Svøríki, sigur Rasmus Bernt Skovsgaard, varapolitiinspektørur, við Ekstra Blaðið.

Men hann leggur dent á, at eldásetingarnar mugu steðgast beinanvegin, so tað ikki vindur uppá seg. Til samans er eldur settur á einar 100 bilar í Malmø í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726