Talið á deyðum veksur eftir jarðskjálvta

Talið á deyðum veksur eftir jarðskjálvta
Ein jarðskjálvti rakti í nátt miðskeiðis í Italia. Hann varð máldur til 6,2 á richter-stiganum. Óvist er, hvussu nógv fólk hava latið lív
Bjargingarfólk leita í húsaleivdum í Ascuta del Tronto í Italia, eftir at ein jarðskjálvti rakti landið í nátt
Mynd: AP  
 
24.08.2016 - 07:57

Umframt at fleiri lótu lív, verður leitað eftir fólkum sum liggja undir húsaleivdum. Serliga hart rakti skjálvtin býin, Amatrice, har helvtin av býnum er lagdur í oyði, og vegirnir til og úr býnum kunnu ikki nýtast.

Fólk í Rom merktu jarðskjálvtan, hóast høvuðstaðurin liggur 170 kilometrar frá jarðskjálvtamiðdeplinum. Jarðskjálvtar eru vanligir í Italia.

Í einum skjálvta í 2009 lótu yvir 300 fólk lív, og í mai í 2012 lótu 23 fólk lív, tá tveir jarðskjálvtar við 10 daga millumbili raktu norðrara partin av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502