Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík

Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík
Tað gongur ikki betur enn næstbest at taka avgerð um graslíkið, sum skal á nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík, Hoyvíksvøllin
Tað gongur ikki tvey fyri eitt at taka avgerð um graslíkið, ið skal á ein nýggjan fótbóltsvøll, sum skal gerast í Hoyvík
Mynd: Savnsmynd/Loftmynd: Google Earth  
 
24.08.2016 - 08:48

Eykabýráðsfundur skuldi vera um málið týskvøldið. Men sambært in.fo fór málið aftur í Mentanarnevndina, tí Fíggjarnevndin stutt fyri fundin í gjárkvøldið boðaði frá, at málið var ikki búgvið at avgera.

Nýggjar upplýsingar eru komnar um málið. Sambært fundarskránni fyri eykabýráðsfundin var innboðin lisitatión um graslíkið mánadagin í síðstu viku. Fimm feløg vóru boðin við, og trý komu við tilboði.

Landsbyggifelagið kannaði tilboðini fyri býráðið. Niðurstøðan er, at lægsta tilboðið lýkur ikki krøvini í útbjóðingartilfarinum, hini bæði tilboðini eru ov dýr.

Atkvøðugreiðsla bleiv av ongum

Umsitingin hjá býráðnum mælti til at bjóða graslíkið út av nýggjum, og tað gjørdi minnilutin í Mentanarnevndini, Jógvan Arge, eisini.

Men meirilutin í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Sigrun Mohr og Annfinn Brekkstein, mælti býráðnum til at taka av lægsta tilboðnum, sum 2,3 mió. kr. uttan meirvirðisgjald.

Men sambært in.fo varð eingin atkvøðugreiðsla týskvøldið. Kommunan hevur sett av góðar 17,6 milliónir krónur til fótbóltsvøllin í Hoyvík.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025