Kina hevur góðkent veðurlagsavtaluna

Kina hevur góðkent veðurlagsavtaluna
Kina hevur nú góðkent veðurlagsavtaluna, sum varð gjørd í París í fjør. USA fer eisini at góðkenna avtaluna
 
03.09.2016 - 16:29

Tað er greitt, nú G20 londini hittast á fundi í býnum Hangzhou í Kina, at bæði Kina og USA fara at góðkenna veðurlagsavtaluna, sum varð gjørd í París í fjør. 

Bæði kinesiski forsetin, Xi Jinping, og amerikanski forsetin, Barack Obama, høvdu undirskrivað skjøl við, tá teir møttu upp á fundinum.

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-Moon, sigur, at hann fer at bjóða stjórnarleiðarum til New York í USA fyri at fáa veðurlagsavtaluna formliga góðkenda. Hann væntar, at avtalan kann verða sett í verk seinast í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744