Brexit kann ávirka bretska heilsuverkið

Brexit kann ávirka bretska heilsuverkið
Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bretska heilsuverkið, tá Bretland fer úr ES. Túsundtals starvsfólk í heilsuverkinum hava ikki arbeiðsloyvi
57.000 starvsfólk í bretska heilsuverkinum hava ikki endaligt arbeiðs- ella uppihaldsloyvi. Avleiðingin kann verða, at tey mugu úr landinum
 
05.09.2016 - 08:50

57.000 fólk úr øðrum londum virka í bretska heilsuverkinum, og tey fara helst úr landinum, um tey ikki fáa endaligt uppihalds- og arbeiðsloyvi.

Tað vísir ein frágreiðing, sum er gjørd um avleiðingarnar av, at Bretland fer úr ES. Tí verður mælt til, at bretsku myndugleikarnir sum skjótast geva øllum í heilsuverkinum bretskan ríkisborgaraskap.

Tað kostar 11.000 krónur at biðja um ríkisborgararættindi í Bretlandi, og hóast tað, so veksur talið av borgarum úr øðrum ES-londum, ið vilja búseta seg í Bretlandi.

Heilsuverkið brúkt sum valagn

Mælt verður til, at gjaldið verður strikað fyri tey, sum starvast í heilsuverkinum. Júst heilsuverkið varð nógv nýtt uppundir fólkaatkvøðuna í juni.

Tá søgdu bæði núverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, og fyrrverandi løgmálaráðharrin, Michael Gove, at Bretland kundi spara tríggjar milliardir krónur um vikuna, um bretar valdu at fara úr ES.

Teir pengarnir kundu ístaðin fara til heilsuverkið. Síðani fólkaatkvøðuna er tað orðaskiftið tagnað. Nú verður sagt, at Bretland framvegis fer at hava brúk fyri fólkum úr øðrum ES-londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979